Breddin

Breddin: Vakmyndatól í amenna rúminum
17-05-2024
Løgtingið heitir á landsstýrismannin í lógarmálum um at broyta lógina, so kommunur kunnu seta vakmyndatól upp í allenna rúminum

Við 23 atkvøðum fyri og tveimum ímóti varð uppskotið hjá Sambandsflokkinum, um at loyva kommunum at seta vakmyndatól upp í almenna rúminum, samtykt í gjár.

Bara Miðflokkurin atkvøddi ímóti.

Tað er eitt stórt inntriv í privatlivið og frælsið hjá tí einstaka at seta vakmyndatól upp í býarrúminum, men tað skal til fyri at uppklára eitt nú harðskapsmál, siga tey, sum eru fyri uppskotinum.

Prísurin stendur ikki mát, við tað, sum man vinnur, siga tey, sum eru ímóti.

Politiskt kjak var í Breddanum millum Steffan Klein Poulsen, Elsebeth mercedis Gunleygsdóttur og Hendrik Old, sum øll eru limir í rættarnevndini.

Eisini borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen var í Breddanum - Heðin Mortensen hevur í fleiri ár roynt at fingið heimild til at seta vakmyndatól upp í býarrúminum í Havn, og nú er líkt til at tað eydnast.

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.
Løgtingið heitir á landsstýrismannin í lógarmálum um at broyta lógina, so kommunur kunnu seta vakmyndatól upp í allenna rúminum
17-05-2024
Kjak við Sonju Jógvansdóttir, Samtak og Niels Winther, Vinnuhúsið. Eisini tosa vit við Sigri Gaini sum hevur skrivað Ph.D. um haturstalu.
14-05-2024
Í Breddanum í dag verður spurt, um kvinnur fáa nøktandi hjálp og kunning, tá tær venda sær til lækna í sambandi við skiftisárini.
07-05-2024
Almenn partafeløg eiga ikki at vera lønarførandi, heldur Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður
03-05-2024
Í sendingini verður tosað við fráfarandi kommunalpolitikara og formannin í Demokratia.
02-05-2024
Verjumálaráðharrarnir í øllum Norðurlondum hittast í Føroyum í dag á ráðharrafundi í norðurlendska verjusamstarvinum NORDEFCO
30-04-2024
Eigur Búskaparráðið at taka meira hædd fyri inntøkum frá tilfeingsvinnuni í búskaparfrágreiðingum? Og hvørjar orkukeldur eiga Føroyar at satsa uppá?
23-04-2024
Seinastu fimm árini hava vit sent 56 børn við sálarligum avbjóðingum av landinum.
19-04-2024
Evnið í sendingini er Ríkisfelagsskapurin, har formenninir í Tjóðveldi, Sambandsflokkinum, Javnaðarflokkinum og Fólkaflokkinum eru í útvarpsstovuna og kjakast
18-04-2024
Ein søgulig semja tvørtur um miðjuna. Tað bleiv sagt um semjuna um tøkugjøld. Men hvat merkir nýggja semjan fyri inntøkurnar hjá landinum? Og hví er hendan loysnin betur?
16-04-2024
Evnið í Breddanum er ætlanin hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum at lóggeva alt av fiskinum til lands. Kjak verður millum umboð fyri andstøðu og samgongu í Vinnunevndini
12-04-2024