|
- Nellie og Flora
Í Rønde er annað barna- og ungdómshospice´ið í Danmark, Strandbakkehuset. Nógvar eru lagnusøgurnar haðani. Í einum verilsi liggur 6 ára gamla Flora, hon hevur iPad í hondini - og svull í heilanum, systirin Nellie ger mylnulop í gongini. Hvørgin teirra skilir rættiliga, hvat hendir - og samstundis fyrireikar familjan jarðarferðina hjá Floru. Í einum øðrum verilsi liggur Sejr, har er framgongdin so fræg, at mamman leggur ætlanir um lívið og gerandisdagin, sum verður, tá øll eru heima aftur.
|