Andlát

Kunngerðir

Teldupostur: of.fvk@ridregnnuk
Tel. +298 34 75 00

Sí tíðarfreistir her

 

02-05-2024 18:15
Eisini lisið:
02-05-2024 12:35
01-05-2024 18:15
Frá Suðurstreymoyar Javnaðarfelag
Fyrsti uppstillingarfundur til býráðsvalið verður í Javnaðarhúsinum hóskvøldið 2. mai kl 19:30. Eisini er landsstevnan á skrá.
Suðurstreymoyar Javnaðarfelag

 

02-05-2024 18:15
Frá Tórshavnar kommunu
Fleiri vegir eru stongdir í miðbýnum í sambandi við tiltøkini »Ein dagur á Grynnuni« og »Plantið eitt træ« í vikuskiftinum. Talan er um hesar vegir og klokkutíðir:
• Fríggjadagin 3. mai kl. 12 fram til leygardagin 4. mai kl. 19 er Tórsgøta stongd frá Mariu Poulsen oman til Vágsbotn
• Fríggjadagin 3. mai kl. 16 fram til leygardagin 4. mai kl. 14 er parkeringsplássið frammanfyri ráðhúsið stongt
• Leygardagin 4. mai kl. 8 fram til kl. 19 eru Mylnugøta, Undir Bryggjubakka og Vágsbotnur yvir til Bøgøtu stongdar
• Leygardagin 4. mai kl. 8 fram til kl. 14 er Niels Finsens gøta stongd frá Sverrisgøtu oman til Vaglið.
Tórshavnar kommuna

 

02-05-2024 18:15
Frá Tórshavnar kommunu
Eystara vegbreyt á R. C. Effersøesgøtu verður stongd frá Húsagøtu niðan til Gundadalsvegin frá í kvøld kl. 22 til í morgin árini kl. 6 í sambandi við asfaltering. Meðan arbeiðið fer fram, koyra bussleiðirnar 1, 2, 3 og 5 eftir Gripsvegnum, Hoyvíksvegnum, Tjaldursvegnum og víðari eftir ferðaætlanini.
Tórshavnar kommuna