Vit spæla føroyskt

Um KVFTíðindi
Vit spæla føroyskt
"Spæl føroyskt"-vikan í 2024, har Kringvarpið spælir føroyskan tónleik burturav, verður frá 4. til 10. mars
Spæl føroyskt er átak fyri at menna føroyska tónleikapallin og -arvin – alt frá kvæðum til popptónleik.
 
07.02.2024 - 15:25

Aftur í ár fer útvarpið at spæla føroyskan tónleik burturav í eina heila viku, og í Góðan morgun Føroyar fara lurtararnir hjá KVF at velja "Ársins útvarpshitt 2023". 

Í ár fer Tónleikasamband Føroya at samskipa fleiri konsertir, framløgur, felagssang o.a. kring allar Føroyar, sum kommunur, skúlar, stovnar, fyritøkur, konsertfyriskiparar o.o. fara at skipa fyri í "Spæl føroyskt"-vikuni. Skráin verður send út, tá vikan nærkast. 

Sum nakað nýtt verða "Spæl føroyskt-tíðindi" dagliga í útvarpinum eftir høvuðstíðindi og kunngerðir á døgurða. Eyðfinn Jensen verður vertur í sendingini, sum fer at varpa ljós á tónleikatiltøk og (ókeypis) konsertir í vikuni við samrøðum og tónleiki. 

Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

 

Hita upp til FMA

Endabrakið í "Spæl føroyskt"-vikuni er FMA (Faroese Music Awards) í Norðurlandahúsinum, har føroyskur tónleikur verður fagnaður og heiðraður. FMA verður sent beinleiðis í sjónvarpinum leygarkvøldið tann 9. mars. 

Samrøður, hugskot og prei til "Spæl føroyskt"-vikuna eru vælkomin, eins og vit fegin svara øllum spurningum.  

Spurningar um FMA og um konsertir og tiltøk í "Spæl føroyskt"-vikuni kunnu sendast til: Siri S. Hansen, nevndarlimur og skrivari í Tónleikasambandi Føroya: siri@musikk.fo, tel. 508408. 

Spurningar í sambandi við"Spæl føroyskt"-vikuna og "Ársins útvarpshitt" kunnu sendast til: Eyðfinn Jensen, tónleikasamskipari í KVF: eydfinn@kvf.fo, tel. 296674. 

 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. mai
RagnarRokk: Brian Zimmerman um Asylum
175241
Fríggjadag 17. mai
Breddin: Vakmyndatól í amenna rúminum
175238
Fríggjadag 17. mai
«Elska tit meg, tá haldið boð míni!»
175214
Fríggjadag 17. mai
Góðan morgun Føroyar
175236
Fríggjadag 17. mai
Morgunlestur fríggjadagur 17. mai 2024
174857
Nýggjastu sendingar í SV

Um kvf css