Kim Simonsen í uppskoti at fáa norðurlendsku bókmentavirðislønina

Kim Simonsen í uppskoti at fáa norðurlendsku bókmentavirðislønina
Hann er tilnevndur fyri yrkingasavn, sum kom út í fjør
Kim Simonsen, høvundur, er í uppskoti at fáa norðurlendsku bókmentavirðislønina í ár.
Mynd: Thomas Koba  
 
22.02.2024 - 15:42

Ein føroyingur er millum teirra, sum eru tilnevnd Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri 2024, og tað er Kim Simonsen.

Hann er tilnevndur fyri eitt yrkingasavn undir heitinum "Lívfrøðiliga samansetingin í einum dropa av havvatni minnir um blóðið í mínum æðrum," sum kom út í fjør.

Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins, ið fyrstu ferð var latin í 1962, verður latin verki, sum er skrivað á einum norðurlendskum máli, og sum lýkur hægri bókmentalig og listarlig krøv.  

Tað eru limirnir úr ymsu londunum í dómsnevndini, sum hava tilnevnt verkini til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins 2024.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. mai
Góðan morgun Føroyar
175236
Fríggjadag 17. mai
Morgunlestur fríggjadagur 17. mai 2024
174857
Hósdag 16. mai
RagnarRokk 16.mai 2024
174157
Nýggjastu sendingar í SV