Milliónir av demokratum og republikanarum á val

Milliónir av demokratum og republikanarum á val
Í dag fara milliónir av demokratiskum og republikanskum veljarum, at seta sína atkvøðu við, hvønn tey vilja hava sum sítt forsetavalevni
Mynd: Michael Gonzalez/AFP/Ritzau Scanpix  
 
05.03.2024 - 16:36

Amerikanarar kalla valdagin "Super Tuesday", har undanval er í 15 statum.

Í demokratiska flokkinum er Joe Biden, forseti, stórfavorittur at vinna. 

Í republikanska flokkinum vónar Donald Trump at gera slætt borð og fáa avbjóðaran Nikki Haley at gevast við royndini at gerast valevni hjá republikanarunum.

Tað skrivar danska Tv2.

Val er í Alabama, Arkansas, California, Colorado, Maine, Massachusetts, Minnesota, North Carolina, Oklahoma, Tennesse, Texas Utah, Vermont, Virgina og Alaska.

Fyri republikanararnar eru statirnir við nógvum valfólki áhugaverdir. Í California eru 169 valfólk, og í Texas eru tað 161. Tað er næstan helvtin av øllum valfólkunum.

Tað eru valfólkini, sum tilnevna forsetavelevni floksins.

Trump hevur higartil vunnið 247 valfólk, sum svarar til 64 prosent, ímeðan Nikki Haley hevur 43, sum svarar til 31,7 prosent. 

Hetta er úrslitið áðrenn "Super Tuesday"

Joe Biden hevur higartil vunnið 449 valfólk, sum svarar til 81,9 prosent av demokratisku valfólkunum.

Valevnið, sum vinnur flest valfólk á "Super Tuesday", verður oftast forsetavalevni floksins.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. juni
Morgunlestur leygardagur 1. juni 2024
175694
Fríggjadag 31. mai
Vikuskiftið 31 mei 2024
175919
Fríggjadag 31. mai
Ein ræningardagur undir oynni í Skúgvoy
175896
Fríggjadag 31. mai
Breddin: Verkfallið herðist
175889
Fríggjadag 31. mai
Morgunlestur fríggjadagur 31. mai 2024
175685
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. mai
Veðrið - teknmálstulkað
175931
Fríggjadag 31. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175930
Fríggjadag 31. mai
Veðrið
175907
Fríggjadag 31. mai
Fótbóltur: Føroyar - Andorra
175932
Fríggjadag 31. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175867

Meira um sama evni