Stóðu seg væl í finalunum

Stóðu seg væl í finalunum
Estetisku fimleikaliðini sum tóku lut í World Cup og Challenge Cup finalunum í dag, vístu, at estetiski fimleikurin í føroyum mennist í hvørjum
 
17.03.2024 - 13:34

Team Lyra kom úr innleiðandi kappingini í gjár í finaluna á einum fjórða plássi, sum er besta úrslit eitt føroyskt lið nakrantíð hevur fingið í altjóða A-kapping. Tá samanum kom endaði liðið úr Fimleikafelagnum Ljósið á 5. plássi, 0,1 aftan fyri Violett úr Estlandi, sum fór avstað við 4. plássinum.

Hóast framførslan í dag ikki gekk eins væl og í gjár, eru kvinnurnar væl nøgdar, tí einki annað føroyskt lið er endað á einum 5. plássi í einari A-finalu áður, og tað, at til bar at røkka 23 stigum báðar dagar, merkir, at liðið, og harvið eisini føroyskur fimleikur, er komið upp á eitt hægri støði enn áður. 

- Hetta kunnu vit ikki annað enn vera nøgdar við, halda tær.

Kvinnuliðið hjá Havnar Fimleikafelag, Hulda, hevði ein munandi sterkari dag í dag, og tær munnu vera millum tey lið, ið betraðu sín karakter mest frá í gjár, tí tær fóru 0.6 stig upp og endaðu á einum 8. plássi av teimum 11 liðunum, ið komu víðari í finaluna.

 

Mira tók Rósuna í finaluni

Bæði tey føroysku unglingaliðini kláraðu seg eisini betri í finaluni, enn tey gjørdu innleiðandi.

Mira úr Havnar Fimleikafelag endaði á einum 7. plássi, og Rósan úr Støkk var teimum í hølunum á 8. plássi.

Kappingin millum tey føroysku liðini var hørð, tí innleiðandi var Rósan 0,2 stig framman fyri Miru, men í finaluni lótu vinnarar av seinnu steypakappingini úr Miru ongan iva vera um, at tær eru væl fyri, tí tá samanum kom, vóru tær 0.7 stig framman fyri Rósuna, og endaðu tí framanfyri í innanhýsis kappingini.

Finsku liðini Minetit junior og Minetit senior fóru við sigrunum í ávíkavist unglinga- og kvinnubólkinum, og korreografur hjá báðum er Antton Laine, sum eisini hevur gjørt seriurnar hjá bæði Lyru og Rósuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. mai
Morgunlestur leygardagur 18. mai 2024
174858
Fríggjadag 17. mai
Vikuskiftið 17 mei 2024
175271
Fríggjadag 17. mai
RagnarRokk: Brian Zimmerman um Asylum
175241
Fríggjadag 17. mai
Breddin: Vakmyndatól í amenna rúminum
175238
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216