Flogbóltur: ÍF tryggjaði sær bronsuna

Flogbóltur: ÍF tryggjaði sær bronsuna
ÍF tryggaði sær bronsumerkini við tryggum sigri á Ternuni á heimavølli
Mynd: FBF  
 
19.04.2024 - 21:30

Høllin í Fuglafirði (Føroya Tele-deildin, menn)
ÍF – Ternan 3-0 (25-11, 25-16, 25-12)

ÍF tryggjaði sær í kvøld bronsumerkini við tryggum 3-0 sigri á Ternuni.

Undan dystinum var ÍF eitt stig aftanfyri Fleyr, sum klintraði upp á triðjaplássið við 3-1 sigri á júst ÍF seinasta týsdag. Men ÍF hevði eitt skot eftir í byrsuni, og við sigri á Ternuni fór bronsan til Fuglafjarðar, skrivar Flogbóltssambandið.

Eftir at Ternan hevði lagt seg framum 1-0 í fyrsta setti, sást kortini skjótt, hvønn veg tað bar, tí brátt var 14-2 til ÍF, og løtu seinni 25-11. At tosa um spenning í øðrum setti er heltst at taka ov rívan til, men fyrstu løtuna var Ternan á odda við tveimum og trimum, og soleiðis gjørdist støðan 9-6 til gestirnar. ÍF javnaði tó til 9-9 og helt á til 13-9, áðrenn settið varð vunnið 25-16. ÍF helmaði ikki í í triðja setti og fór framum 4-0 og vann uttan himpr 25-12.

Við sigrinum fór ÍF upp á 18 stig; tvey meira enn Fleyr á triða plássi.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. mai
RagnarRokk: Brian Zimmerman um Asylum
175241
Fríggjadag 17. mai
Breddin: Vakmyndatól í amenna rúminum
175238
Fríggjadag 17. mai
«Elska tit meg, tá haldið boð míni!»
175214
Fríggjadag 17. mai
Góðan morgun Føroyar
175236
Fríggjadag 17. mai
Morgunlestur fríggjadagur 17. mai 2024
174857
Nýggjastu sendingar í SV