Fosturtøka viðgjørd í dag og mánadagin

Fosturtøka viðgjørd í dag og mánadagin
Rættarnevndin hevur kallað nógv fólk og nógvar felagsskapir á fund fyri at hoyra teirra sjónarmið
Rættarnevndin viðger uppskotini um fosturtøku í dag og mánadagin.
 
24.04.2024 - 06:28

Hóast rættarnevndin hjá løgtinginum hevur havt uppskotini um fosturtøku nú í meira enn ein mánað, eru eingi álit komin haðani enn.

Nevndir skulu koma við áliti í seinasta lagi ein mánað eftir, at tær fingu málið, stendur í tingskipanini.

Tann mánaðin var farin 21. apríl viðvíkjandi uppskotinum hjá Løgmálaráðnum um at broyta fosturtøkulógina og 20. apríl hjá uppskoti Miðfloksins um ófødda barnið.

Men løgtingsforfólkið kann leingja frestina, um nevndin biður um tað.

Løgtingsfundur var 18. apríl, og næsti løgtingsfundur er 30. apríl.

Nógvar innkallingar

Og rættarnevndin fer at viðgera fosturtøkuna í dag og mánadagin.

Nógvar innkallingar eru.

Fyrrapartin í dag hava Mammuhjálpin, Føroya pro vita, Frítt val, MEGD, Læknafelagið, Felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar, Etiska ráðið og Javnstøðunevndin fingið fundarboð.

Og mánadagin hava fimm landsstýrisfólk fingið boð um at koma á fund hjá rættarnevndini um fosturtøku.

Eingin innkalling í sambandi við fosturtøkumálið er gjørd sambært fundarskránni fyri fundin hjá nevndini fyri 30. apríl.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Leygardag 18. mai
Vikan 18. mai 2024
175285
Leygardag 18. mai
Morgunlestur leygardagur 18. mai 2024
174858
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216