Sánchez verður sitandi sum forsætisráðharri í Spania

Sánchez verður sitandi sum forsætisráðharri í Spania
Forsætisráðharrin hevur hótt við at leggja frá sær, tí hann og konan kenna seg happaðan
Pedro Sánchez og kona hansara Begona Gómez á valfundi.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
29.04.2024 - 11:13

Forsætiráðharrin í Spania, Pedro Sánchez, verður sitandi í starvi sínum. 

Tað boðaði hann frá á tíðindafundi í morgun. 

- Eftir at hava hugsað meg væl og virðiliga um, havi eg gjørt av at halda fram sum forsætisráðharri, segði Sanchez á tíðindafundinum fyri einum tíma síðani.

Tíðliga í morgun var boðað frá tíðindafundi, har Pedro Sanchez skuldi kunna fjølmiðlarnar um, um hann fór at leggja frá sær, ella halda fram.

 

Happing

Í síðstu viku almannakunngjørdi Sánchez á sosialum miðlum opið bræv, har hann gjørdi bart um støðuna, sum hann lýsir sum áhaldandi arging og happing av sær og konu síni.

- Nú, ið vit eru komin so langt út, má eg spyrja meg sjálvan: Er hetta veruliga tað vert? spyr hann í brævinum.

- Vit gloyma ofta, at politikarar eru fólk. Eg skammist ikki um at siga, at eg eri ein maður, sum eri inniliga ásttikin í konu míni, og sum má liva við vónloysinum, sum er at síggja hana verða drigna gjøgnum runudíki hvønn einasta dag, skrivar Sanchez.

 

Slatur

Sambært The Guardian, hava einstaklingar, politikkarar og miðlar ytst á høgravonginum í Spania breitt út slatur um, at kona Sanchez er transkvinna, tey siga at hon hevur smuglað rúsevni í Marokko, og at familja hennara rekur skøkjuhald. Men hetta passar ikki, skrivar The Guardian.

Seinastu dagarnar hava fleiri stuðulsgongur verið í Spania, har fólk hava heitt á Sanchez um at verða sitandi sum forsætisráðharri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Leygardag 18. mai
Vikan 18. mai 2024
175285
Leygardag 18. mai
Morgunlestur leygardagur 18. mai 2024
174858
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216