Føroyska fiski- og alivinnan á heimsins størstu sølustevnu í Barcelona

Føroyska fiski- og alivinnan á heimsins størstu sølustevnu í Barcelona
"Sea Expo er ein møguleiki hjá okkum at møta okkara føstu keyparum, men eisini at hitta nýggjar," staðfesti Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrosti, sum luttók á sølustevnuni
Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, vitjar básin hjá Bakkafrosti á Sea Expo í Barcelona, har Regin Jacobsen, stjóri, er vertur
Mynd: Regin Winther Poulsen  
 
30.04.2024 - 13:10

Regin Winther Poulsen, freelance journalistur, var og vitjaði Sea Expo í Barcelona og skrivaði greinina. 

 

Aftur í ár luttók føroyska fiski- og alivinnan á árligu risa stóru sjógætisráðstevnuni, Sea Expo, í Barcelona, ið verður roknað sum heimsins størsta sølustevna fyri sjógæti. 

Føroysku fyritøkurnar vóru fleiri í tali enn áður. 50 fyritøkur vóru umboðar, og av teimum høvdu 13 fyritøkur egnan sýnisbás. 

Men hóast góða føroyska umboðan, var hon bert ein evarska lítil partur av sølustevnuni, har fleiri hundrað fyritøkur vístu sínar vørur fram í fimm risa stórum hallum. 

 

Endamálið er at hitta keyparar

Føroyski básurin var í høllini, beint innan fyri danska básin, sum var prýddur við stórum ísfjøllum úr Grønlandi. 

Av føroysku básunum hevði Bakkafrost tann størsta. Sambært Regini Jacobsen, stjóra í Bakkafrosti, høvdu tey umboð úr Føroyum, Skotlandi, USA, Frankaríki og Danmark við á ráðstevnuni.

Endamálið var bæði at hitta núverandi og nýggjar keyparar, og støðugur streymur av fólkum var inn og úr básinum hjá Bakkafrosti. 

"Vit møta fleiri og fleiri keyparum á hvørjum ári, so hvørt sum virksemið hjá okkum veksur. Nú eru vit her við 25-30 sølufólkum hjá Bakkafrosti, og tey hava úr at gera við at hitta keyparar," greiðir Regin Jacobsen frá. 

 

SAMRODA_Regin_Jacobsen_SEA_EXPO_2024

 

Bakkafrost er sjálvandi nógv tann størsta føroyska fyritøkan, sum var á ráðstevnuni.

Men umboð fyri eitt nú saltfiskavinnuna vóru eisini við. Millum teirra var Brandur Jacobsen, stjóri í PRG í Norðragøtu.

 

Brandur Jacobsen greiðir frá, at tað liggur væl fyri hjá teimum at hitta kundar í Barcelona, tí tað mesta av teirra fiski verður selt í Spania og øðrum suðurevropiskum londum. Millum spennandi uppgávurnar hjá saltfiskaframleiðsluni í Føroyum er møguleikin at aftur selja Føroyabankatosk. 

Í fjør keyptu vit nakað av bankafiski og hava roynt at selt tað sum eina vøru fyri seg, men tað tekur tíð at arbeiða tað upp. Men tað er spennandi at fáa atgongd til tann toskin eisini, greiddi Brandur frá. 

 

SAMRODA_Brandur_Jacobsen_SEA_EXPO_2024

 

Vilja hava betri pláss 

Føroyski básurin var í aðru høllini av fimm. Men hóast hann, sambært Báru Gunnarsdóttir, sum samskipaði føroysku luttøkuna fyri Vinnuhúsið, lá betur fyri enn í fjør, var eitt sindur lakari við vitjanum í ár.

Hetta kundi kanska vera tí, at ein framsýningarbásur læt upp í høll eitt í ár, meðan høll tvey, har Føroyar hava sín bás, var fyrsta høll við framsýningarbásum í fjør. 

Bára Gunnarsdóttir, sum hevði fund við fyrireikararnar, sigur, at Vinnuhúsið miðvíst arbeiðir við at fáa eitt betri pláss á sølustevnuni, soleiðis at føroyska vinnan kann koma í samband við fleiri keyparar. 

 

Til Barcelona at hitta føroyingar og norskan samstarvsfelaga 

Millum tey vitjandi í føroysku básunum var landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Dennis Holm.

Hann var vístur runt á føroysku básunum og tók sær sum heild góða tíð at práta við vinnulívsfólkini.

Men hann hevði eisini fund við nýggja norska fiskimálaráðharran, Marianne Sivertsen Næss, í Barcelona. 

"Eitt av høvuðsendamálunum hjá okkum er, at vit royna at hava eitt gott politiskt samstarv við grannalondini hjá okkum. So ein partur av endamálinum við at vera í Barcelona er eisini at koma á tal við okkara samstarvsfelagar. Vit hava verið á fundi við norska fiskimálaráðharran, Marianne Sivertsen Næss, sum er nýggj í sessinum," greiddi Dennis Holm, landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, frá.

Dennis Holm sigur, at hann og norski starvsfelagin umrøddu samstarvið millum londini og strandalandasamráðingar. 

 

SAMRODA_Dennis_Holm_01_SEA_EXPO_2024

 

Á føroysku básunum fekk Dennis Holm føroyska sild, makrel og laks. Men hann fekk eisini okkurt prik frá ymiskum vinnuumboðum.

Undan vitjanini, segði Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, at hjá honum var hetta eisini eitt gylt høvi at hitta alla ta føroysku vinnuna. 

"Føroyska vinnan er jú her, so tað er eitt gott høvi eisini at hitta tey. Sjálvandi hitta vit tey eisini í Føroyum, men sjáldan undir einum taki sum her," staðfesti Dennis Holm. 

 

SAMRODA_Dennis_Holm_02_SEA_EXPO_2024

 

Sum skilst á Vinnuhúsinum, luttaka tær flestu fyritøkurnar á sølustevnuni fyri at hava samband við sínar verandi keyparar.

Men Bára Gunnarsdóttir sigur eisini, at hon hevur frætt um fyritøkur, sum hava hitt nýggjar keyparar.

Hon sigur, at sum heild vóru afturmeldingarnar heilt góðar í ár. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. mai
RagnarRokk: Brian Zimmerman um Asylum
175241
Fríggjadag 17. mai
Breddin: Vakmyndatól í amenna rúminum
175238
Fríggjadag 17. mai
«Elska tit meg, tá haldið boð míni!»
175214
Fríggjadag 17. mai
Góðan morgun Føroyar
175236
Fríggjadag 17. mai
Morgunlestur fríggjadagur 17. mai 2024
174857
Nýggjastu sendingar í SV