Closed for Maintenance fyri sættu ferð

Closed for Maintenance fyri sættu ferð
80 útlendingar vera við í átakinum í ár og okkurt um 50 føroyingar
Fleiri verkætlanir eru framhald av arbeiðinum, ið eru gjørd undanfarin ár, men nýggj støð eru eisini við í verkætlanini.
Mynd: Úr sendingini: Closed for Maintenance á fimta sinni  
 
01.05.2024 - 10:22

Í morgin byrjar árliga 'Closed for Maintenance'-átakið, sum Visit Faroe Islands skipar fyri.

Hetta er sættu ferð, at skipað verður fyri átakinum, har sjálvbodnir føroyingar og útlendingar eru við.

80 útlendingar vera við í átakinum í ár og okkurt um 50 føroyingar. Átakið verður í døgunum 2. til 4. mai.

Visit Faroe Islands sigur, at tað er eitt gott høvi hjá kommunum, hagapørtum og øðrum at fremja neyðugar ábøtur og at fyrireika økini at taka ímóti ferðafólkum.

 

Í ár verða átta støð í Føroyum ment og viðlíkahildin. (Úr sendingini: Closed for Maintenance á fimta sinni)

 

>>>Sí sendingina "Closed for Maintenance á fimta sinni" her<<<

 

Fleiri verkætlanir eru framhald av arbeiðunum, ið eru gjørd undanfarin ár, men nýggj støð eru eisini við í verkætlanini.

Arbeiðsuppgávurnar vera í høvuðsheitum at gera gøtur og seta vegvísarar upp, so tað verður tryggari og lættari at ferðast í Føroyum.

Í ár verða átta støð í Føroyum ment og viðlíkahildin. Tey eru Vestmanna, Tjørnuvík, Kambsdalur, Skálavík, Sundshagi, Vágur, Nólsoy og Vágar.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV