Veljarakanning: Vinstriflokkurin tódnar niður í helvt

Veljarakanning: Vinstriflokkurin tódnar niður í helvt
Var fólkatingsval nú, hevði flokkurin bara fingið 11 tingsessir
Troels Lund Poulsen er formaður í Vinstraflokkinum.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
01.05.2024 - 08:52

Tingbólkurin hjá danska Vinstraflokkinum hevði tódnað niður í helvt, um fólkatingsval var í dag.

Tað vísir nýggj veljarakanning hjá Epinion, sum er gjørd fyri danska kringvarpið. 

Veljarakanningin er søguliga vánalig, tí ongantíð fyrr hevur flokkurin staðið til at fáa so lítla undirtøku, síðani Epinion fór at gera veljarakanningar fyri DR í 2008. 

Bara 6,5 prosent av donsku veljarunum høvdu atkvøtt fyri flokkinum í dag.

Vinstriflokkurin er minkaður niður í helvt síðani seinasta fólkatingsval, tá ið flokkurin fekk 13,3 prosent av atkvøðunum.

Ein undirtøka upp á 6,5 prosent hevði havt við sær, at tingbólkurin hjá flokkinum hevði tódnað úr 22 niður í 11 tingfólk.

Verjumálaráðharrin, Troels Lund Poulsen, sum vitjaði í Føroyum í gjár, er formaður í Vinstraflokkinum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Leygardag 18. mai
Vikan 18. mai 2024
175285
Leygardag 18. mai
Morgunlestur leygardagur 18. mai 2024
174858
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216