- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ansgar ætlar at halda fram eina tíð aftrat
Ansgar ætlar at halda fram eina tíð aftrat
Í gjár var hátíðarhald í Hesti í sambandi við, at Ansgar Lenvig hevur starvast hjá Strandferðsluni í 75 ár
Mynd: Sigrún H. Brend
02.05.2024 - 11:08
75 ára starvsdagur var hátíðarhildin í Hesti í gjár.
Ansgar Lenvig hevur í 75 ár arbeitt hjá Strandferðsluni, og hann tekur framvegis ímóti ferjuni, tá hon leggur at í Hesti.
Umleið 100 fólk - teirra millum løgmaður, landsstýrismaðurin í samferðslumálum og stjórin á Strandferðsluni - vóru við til hátíðarløtuna í Hesti.
- Enn eri eg ikki uppsagdur, og havi eg heilsuna, ætli eg at halda fram eina tíð aftrat, sigur 89 ára gamli Ansgar Lenvig:
02052024_Ansgar_Lenvig
Niels Juel Arge, stjóri á Strandferðsluni, hevði eisini gávur til Ansgar Lenvig. (Mynd: Sigrún H. Brend)
Tað er helst heimsmet, at eitt fólk hevur 75 ára starvsstað á einum arbeiðsplássi.
- Tað er heilt serligt, og Ansgar Lenvig er eisini eitt heilt serligt menniskja, sigur strandferðslustjórin, Niels Juel Arge:
02052024_Niels_Juel_Arge
Myndir: Sigrún H. Brend
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV