OECD: Góð búskaparútlit í løtuni

OECD: Góð búskaparútlit í løtuni
Heimsbúskapurin er komin snikkaleysur burtur úr inflatiónskreppuni og hækkandi rentunum síðstu árini, sigur búskaparfrøðingur
OECD væntar, at heimsbúskapurin fer at vaksa 3,1 prosent í ár.
 
02.05.2024 - 16:00

Búskaparligu útlitini í heiminum eru góð í løtuni.

Altjóða felagsskapurin um búskaparligt samstarv, OECD, væntar, at heimsbúskapurin fer at vaksa 3,1 prosent í ár.

Tað er 0,2 prosentstig meira enn væntað var fyri trimum mánaðum síðani og 0,4 prosentstig meira enn væntað var í november.

- Hetta vísir yvirskipað, at heimsbúskapurin er komin snikkaleysur burtur úr inflatiónskreppuni og hækkandi rentustignum síðstu árini.

Tað upplýsir leiðandi búskaparfrøðingurin í Dansk Erhverv, Tore Stramer, fyri Ritzau-tíðindastovuni.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV