Kvørnin

Kvørnin: Tónleikafestivalar í Føroyum
16-05-2024
Vit hyggja nærri eftir teimum ymisku festivalunum og konsertdøgunum, sum verða í Føroyum í summar.

Summarið er komið, og har við eisini háárstíðin fyri tónleikafestivalar og konsertdagar. Mongdin av afturvendandi, árligum tiltøkum er stór, og nýggj tiltøk leggjast afturat á hvørjum ári.
Tað kann tykjast trupult at fáa eitt yvirlit yvir tey mongu tónleikatiltøkini, og tí fara vit í hesi sendingini at hyggja nærri eftir tónleikafestivalum og konsertdøgum, sum verða í Føroyum í summar.

Prátað verður við: Kristian Blak, fyriskipara av Summartónum, ISCM World New Music Days og´Fólkatónleikarafestivalinum. Jóhan Petur á Stongum, stjóra í Countryfestivalinum. Høgna Lisberg, tónleikastjóra á G! festivalinum. Erik Biskupstøð, fyriskipara av Summarfestivalinum, og tónleikaummælara, Una Leitistein Hansen,.

Eyðfinn Jensen leggur til rættis

Kvørnin

Í Kvørnini verða tónleikaútgávur umrøddar. Serliga eru tað nýggjar føroyskar útgávur, men stundum sleppur útlendskur tónleikur framat. Sendingin er skipað sum pallborðsorðaskifti. Við grøna borðið í útvarpsstovuni eru vanliga vertur og trý tónleikaáhugað. Nakað av útskifting er við borðið. Tað eru umleið seks fólk, ið skiftast um at taka lut. Fyritreyt fyri at sita við pallborðið í Kvørnini er brennandi áhugi fyri tónleiki, dirvi og hugur at siga sína hjartans meining.
Vit hyggja nærri eftir teimum ymisku festivalunum og konsertdøgunum, sum verða í Føroyum í summar.
16-05-2024
LP plátan, "Men Guðs hond er sterk" við Hamferð, fær 10 av 10 stjørnum frá Ára Rouch og Hergeir Eldevig, sum hesaferð ummæla í Kvørnini, ið Eyðfinn Jensen leggur til rættis.
04-04-2024
Skotsmál: 10 av 10 stjørnum frá Maluni Eyðunsdóttir og 09 av 10 stjørnum frá Elini Brimheim Heinesen.
21-03-2024
Ári Rouch og Ingmar Mikkelsen eru hesaferð ummælarar í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen keggur til rættis.
07-03-2024
Mánadagin varð tíðindafundur í Norðurlandahúsinum, har arbeiðsnevndin hjá FMA legði framm ymiskar broytingar í virðislønum og kunngjørdi tey, ið eru tilnevnd .
23-02-2024
"Sig mær okkurt skeivt" eitur fyrsta fløgan við rokkbólkinum Adrenaline. 
15-02-2024
Stakløgini, ið verða ummæld, eru: "Romeo" við Beinir, "Brestis kvæði! við Xperiment og "I Need Your Love" við janus Wiberg.
08-02-2024
Stakløgini, ið verða ummæld, eru: "Allarbesti” við SAKARIS, “Telji upp í hundrað” við Leu Kampmann og “Allan Day” við DJ Fretsting.
01-02-2024
"Imponerandi flott og vakurt yrkingasavn íklætt bæði mjúkar og hvassar tónar og ljóðmyndir", sitat Elin Brimheim Heinesen.
09-11-2023
Stakløgini, ið verða ummæld, eru: "Home Tonight" við Lenu Anderssen, "Reasons Unknown" við Lív Næs & Tróndi Enni og "Leið 400" við Lyon Hansen saman við Guðrið Hansdóttir.
02-11-2023
"Vendir vindar" er fyrsta heildarútgávan við duo'ini Einangran. Á plátuni eru 12 sangir á føroyskum máli.
19-10-2023
Guðrun Sólja Jacobsen, Birgar Larsen og Ólavur Jóannesarson Hansen ummæla heildarútgávuna "Tøgn" við Jógvani Joensen, sum í tónleikahøpi bara nýtir fornavnið, Jógvan.
12-10-2023