Icelandair: "Longu stórur áhugi fyri Føroyaleiðini í Norðuramerika"

Icelandair: "Longu stórur áhugi fyri Føroyaleiðini í Norðuramerika"
"Áhugin er longu stórur fyri nýggju Føroyaleiðini frá ferðaskrivstovum, men eisini frá okkara viðskiftafólkum," sigur Tómas Ingason, sølu- og marknarðarstjórin í Icelandair
01.05.2024 - 21:01

Størsta brosið í komuhøllini í Vága floghavn í dag átti sølu- og marknarðarstjórin í Icelandair, Tómas Ingason. 

"Tað var heilt fantastiskt at lenda í Vágum í dag. Sera vakurt. Vit kundu ikki ynskt okkum nakað betri. Gott veður," staðfesti Tómas Ingason. 

Hann vísti á, at nýggja Føroyaleiðin hjá Icelandair knýtir Føroyar upp í góða rutunetið, sum íslendska flogfelagið longu hevur til bæði Norðuramerika og Grønlands. 

"Áhugin er longu stórur, merkja vit frá bæði ferðaskrivstovum, men eisini frá okkara viðskiftafólkum."

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. mai
RagnarRokk: Brian Zimmerman um Asylum
175241
Fríggjadag 17. mai
Breddin: Vakmyndatól í amenna rúminum
175238
Fríggjadag 17. mai
«Elska tit meg, tá haldið boð míni!»
175214
Fríggjadag 17. mai
Góðan morgun Føroyar
175236
Fríggjadag 17. mai
Morgunlestur fríggjadagur 17. mai 2024
174857
Nýggjastu sendingar í SV