Icelandair flogskipari: Fantastiskt at síggja framburðin í Vága floghavn

Icelandair flogskipari: Fantastiskt at síggja framburðin í Vága floghavn
Flogskiparin á fyrsta túrinum hjá Dash 8-flogfarinum hjá Icelandair, Kristján Arnar Jakobsson, var hugtikin av góðum umstøðunum í Vága floghavn
01.05.2024 - 21:30

"Tað er deiligt at vera aftur í Føroyum," staðfesti royndi flogskiparin Kristján Arnar Jakobsson, tá hann trygt hevði lent Dash 8-flogfarið hjá Icelandair í Vágunum. 

Harvið vóru Kristján Arnar Jakobsson og manning hansara við til at skriva føroyska loftferðslusøgu, nú Icelandair sjósetti eina nýggja Føroyaleið í dag. 

Kristján Arnar Jakobsson var skjótur at framhevja stóru ábøturnar, ið eru gjørdar við Vága floghavn seinastu árini. 

"Tað er deiligt at síggja framburðin, sum er hendur her. Flogvøllurin er betri, komuhøllin er framúrskarandi, so eg vænti, at vit fara at hava tað gott saman her í Vágunum," staðfesti fyrikomandi flogskiparin á fyrsta túrinum á nýggju Føroyaleiðini hjá Icelandair. 

Kristján Arnar Jakobsson rósti eisini fólkunum, ið arbeiða í loftferðsluni í Føroyum. 

"Eg eri hugtikin av, hvussu góð kunningin um veðurviðurskiftini, kastivindar og sovorðið í Vága floghavn er. Tað kundi verið trupult at rokna út fyrr, tá ið mann skuldi seta seg her."

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. mai
RagnarRokk: Brian Zimmerman um Asylum
175241
Fríggjadag 17. mai
Breddin: Vakmyndatól í amenna rúminum
175238
Fríggjadag 17. mai
«Elska tit meg, tá haldið boð míni!»
175214
Fríggjadag 17. mai
Góðan morgun Føroyar
175236
Fríggjadag 17. mai
Morgunlestur fríggjadagur 17. mai 2024
174857
Nýggjastu sendingar í SV