Finaluplássið hjá kvinnum upp á spæl

Finaluplássið hjá kvinnum upp á spæl
Í kvøld bresta Fleyr og SÍ saman í toppdysti í bestu flogbóltsdeildini við kvinnum. Tey bæði eru í løtuni í tvídysti um 2. plássið, sum gevur FM-finalupláss
Á flog: Anja Danielsen og Fleyr taka ímóti SÍ á heimavølli
Mynd: Flogbóltssamband Føroya  
 
04.03.2024 - 10:06

Í kvøld tekur Fleyr ímóti SÍ í bestu flogbóltsdeildini við kvinnum.

Liðini liggja ávíkavist nummar tvey og trý við 25 og 24 stigum, og dysturin kann tískil fáa avgerandi týdning fyri FM-finaluplássini. 

Dráttur, sum vann steypakappingina síðsta vikuskiftið, liggur fremst við 31 stigum, og alt bendir á, at vágakvinnur vera annað liðið í finaluni um FM-heitið.

Hvørjum tær skulu spæla ímóti kann dysturin í kvøld sostatt geva eina greiða ábending um. 

Sørvingar hava vunnið báðar dystirnar ímóti Fleyr í ár, 3-1 og 3-2, men báðu ferð var SÍ á heimavølli.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. mai
RagnarRokk: Brian Zimmerman um Asylum
175241
Fríggjadag 17. mai
Breddin: Vakmyndatól í amenna rúminum
175238
Fríggjadag 17. mai
«Elska tit meg, tá haldið boð míni!»
175214
Fríggjadag 17. mai
Góðan morgun Føroyar
175236
Fríggjadag 17. mai
Morgunlestur fríggjadagur 17. mai 2024
174857
Nýggjastu sendingar í SV