Sendingar (teknmálstulkað)

Mett fyri minni (2:3) - teknmálstulkað
01-05-2024

Matarskráin hesaferð kann bjóða grønmeti við níggju lívum, ókeypis seiðaberg í Nólsoy og undirmett bjølgmeti at nýta ístaðin fyri kjøt.
Sunniva Gudmundsdóttir Mortensen vitjar Gunnhild Dahl Niclasen, sum vísir, hvussu tú kanst planta grønmeti av nýggjum.
Jógvan Thomsen vísir tráðurnar og kryvjiborðið, sum tey hava fingið sett upp í Nólsoy til øll at nýta ókeypis, hava tey hug at fara á seiðaberg.
Og Snorri Patursson vísir okkum, hvussu tú kanst býta kjøtið um við tað nógv bíligari bjølgmeti, sum er eins proteinríkt.

Sendingar (teknmálstulkað)

Teknmálstulkaðar sendingar og sendirøðir av ymsum slagi eru at finna her.