Námsfrøðingur: Sligin, sparkaður og hóttur við knívi

Námsfrøðingur: Sligin, sparkaður og hóttur við knívi
Rógvi Holm upplivdi í sínum starvi sum námsfrøðingur fleiri vandamiklar støður
 
17.04.2024 - 14:14

Í 2013 fekk Rógvi Holm prógv sum námsfrøðingur. Sama ár fekk hann starv á einum viðgerðarheimið fyri børn og ung, sum eru umsorganaryvirtikin. Børnini, sum búðu á viðgerðarheiminum høvdu ymiskar avbjóðingar. Millum annað høvdu summi álvarsamar atferðartrupulleikar.

- Dagarnir vóru ymiskir. Summir dagar vóru ógvuliga góðir og gevandi, meðan aðrir dagar høvdu við sær harðskap og hóttanir.

Rógvi upplivdi vikuliga at blíva sligin og sparkaður, og enntá eisini at verða hóttur við knívi. Støðurnar kundi til tíðir verða lívshættisligar. Hetta setti síni spor í Rógva.

- Faktiskt var tað ein vinmaður, sum segði við meg, at eg virkaði stressaður. Tað var fyrst tá, eg hugsaði um, hvat starvið gjørdi við meg.

Hóast Rógvi og starvsfólkini fingu supervisjón og ráðgeving, so heldur Rógvi, at tað má gerast meira fyri at lofta bæði starvsfólkum og børnum, tá hetta er ein afturvendandi trupulleiki.

Hoyr alla samrøðuna, sum Rógvi Holm gjørdi við morgunsendingina:

1667487

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV