13 milliónir aftrat til Frælsið

13 milliónir aftrat til Frælsið
Nú verður løgtingið biðið um 13 milliónir aftrat til at høvuðsumvæla og umbyggja skúlabygningarnar á Frælsinum i Havn, har sum Læraraskúlin og Venjingarskúlin vóru
Fróðskaparsetrið er í gamla Læraraskúlanum, sum krevur umvælingar.
 
18.04.2024 - 06:14

Fyrst var talið 24 milliónir.

Nú verður løgtingið biðið um 13 milliónir aftrat til at høvuðsumvæla og umbyggja skúlabygningarnar á Frælsinum i Havn, har sum Læraraskúlin og Venjingarskúlin vóru.

Barna- og Útbúgvingarmálaráðið kom í løgtingið í gjár við uppskoti um 37 mió.kr. til arbeiðið.

Kostnaðarmetingin hjá Landsverki er 37 mió.kr., nú tilboðini eru komin.

Og arbeiðið er størri nú, enn tað var, tá ið biðið var um 24 milliónir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV