StÍF og Kyndil hava kós móti kvinnufinaluni í hondbólti

StÍF og Kyndil hava kós móti kvinnufinaluni í hondbólti
StÍF vann 27-24 ímóti Neistanum í ítróttahøllini á Skála. Í Vestmanna vann Kyndil 26-20 móti VÍF
Turið Arge gekk enn einaferð á odda fyri Kyndilskvinnunum við sjey málum í sigrinum á VÍF
Mynd: savnsmynd  
 
18.04.2024 - 07:24

Fyrstu ábendingar eru, at tað vera strandakvinnur og havnarkvinnur, ið skulu kappast í føroyameistaraheitið í hondbólti. 

StÍF og Kyndil hava nevniliga sett kós móti FM-finalunum eftir fyrstu hálvfinalurnar í gjárkvøldið. 

Í Vestmanna vann Kyndil 26-20 móti VÍF.

Hálvleikstøðan var 13-11 til Kyndil.

StÍF vann 27-24 ímóti Neistanum í ítróttahøllini á Skála. 

Strandakvinnur førdu við tveimum málum í hálvleikinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV