Tættari og meiri skipað samskifti við NATO uttan at gjalda

Tættari og meiri skipað samskifti við NATO uttan at gjalda
Betri skipað viðurskifti við NATO merkja ikki, at Føroyar skulu gjalda tvey prosent av sínari bruttotjóðarúrtøku afturfyri, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður
NATO høvuðssætið
Mynd: Shutterstock.com  
 
18.04.2024 - 14:21

Hóast Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkismálum, hevur eitt ynski um, at Føroyar skulu hava eitt meiri skipað samskifti við NATO, so merkir hetta ikki, at tað kemur at kosta Føroyum 500 milliónir krónur árliga.

Tá uppskot til samtyktar um tjóðartrygdarpolitikk var til fyrstu viðgerð í løgtinginum í gjár, spurdi Bárður á Steig Nielsen, formaður Sambandsfloksins, um hetta merkti, at landsstýrið nú vil hava Føroyar upp í NATO sum sjálvstøðugt land?

Er tað ætlanini, so mugu Føroyar gjalda tvey prosent av bruttotjóðarúrtøkuni í NATO-kassan. Og tað er ein hálv milliard árliga. 


Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkismálum (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Somu skipan sum Ísland

Høgni Hoydal svaraði, at hann sær fyri sær eina skipan, har Føroyar - eins og Ísland ger í løtuni - letur eitt nú tyrlur og vaktarskip hjálpa NATO, um neyðugt, uttan at gjalda tvey prosent av føroysku bruttotjóðarúrtøkuni. 

Tað kann skoytast upp í, at limalondini í NATO hava bundið seg til at gjalda hesi tvey prsosentini av BTÚ.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV