33 íbúðir byggjast á Hamarinum á Argjum

33 íbúðir byggjast á Hamarinum á Argjum
Tryggingarfelagið LÍV og smápartafelagið Jóan Petur Vang hava gjørt avtalu um at byggja 33 íbúðir á Hamrinum á Argjum
 
19.04.2024 - 09:13

Tríggir íbúðarbygningar við 11 íbúðum hvør skulu byggjast á Hamarinum á Argjum. 

Tað eru tryggingarfelagið LÍV og smápartafelagið Jóan Petur Vang hava gjørt avtalu um at byggja 33 íbúðir á Hamrinum á Argjum. 

Talan er um tríggjar íbúðarbygningar við 11 íbúðum hvør.

Byrjað verður hálvan mai, og íbúðirnar vera væntandi lidnar á sumri í 2026.

Í fjørvár gjørdu LÍV og Bústaðir avtalu um 22 leiguíbúðir á Heimasta horni í Havn. 

LÍV ætlar at gera fleiri íløgur í leiguíbúðarmarknaðin í Føroyum.


 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV