Eftir tvey tung ár: J&K Petersen 7,7 milliónir í avlopi

Eftir tvey tung ár: J&K Petersen 7,7 milliónir í avlopi
Ársroknskapurin hjá J&K Petersen fyri 2023 er nú tøkur. Hall er vent til yvirskot, og byggifyritøkan hevði 7,7 milliónir í avlopi í 2023.
Mynd: J&K Petersen  
 
17.04.2024 - 14:48

Hall er vent til yvirskot hjá J&K Petersen. 

Roknskapurin hjá J&K Peterseb fyri 2023 vísir 7,7 milliónir í avlopi. Tað skrivar byggifyritøkaní tíðindaskrivi í dag. 

Í fjør summar staðfesti J&K Petersen í hálvársroknskapinum, at vend var komin í raksturin, eftir at 2022 og 2021 høvdu verið tung ár.

Á aðalfundinum 15. apríl var ársroknskapurin fyri 2023 lagdur fram og samtyktur. Umsetningurin hjá samtakinum var 339,5 milliónir krónur í fjør, og hetta er tað mesta í søguni hjá samtakinum. Roknskapurin vísir 7,7 milliónir krónur í avlopi fyri skatt. Einki stendur um, hvat avlopið var í 2022. 

Samtakið telur feløgini J&K Petersen Contractors, J&K Betong, Klettur og Miðvágs Grót. 

Umleið 130 fólk starvast hjá J&K Petersen

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431